Fredrik Reinfeldt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fredrik Reinfeldt

John Fredrik Reinfeldt (føddur 4. august 1965 í Österhaninge) er ein svenskur politikari, sum síðan 2003 hevur verið floksformaður fyri Moderaterna og síðan 6. oktober 2006 hevur verið forsætisráðharri Svøríkis.

Sum floksleiðari endurnýggjaði hann flokkin við átakinum De nya Moderaterna 2005, og var ein av teimum, ið stóð fyri borgarliga samstavinum Allians för Sverige 2004. Á ríkisdagsvalinum 2010 fingu Moderatarnir yvir 30% av atkvøðunum, og stjórnin gav Reinfeldt enn eitt stjórnarskeið. Næst eftir E. G. Boström er hann tann ikki-sosialdemokratiski forsætisráðharrin, ið hevur sitið longst við valdinum út í eitt í Svøríki.

Á netinum[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið