Frístaðurin Christiania
Appearance
Christiania (eisini nevndur frístaðurin Christiania ella bara "Staden" á donskum) er ein staður í býlinginum við Christianshavn í Keypmannahavn. Staðurin er umleið 34 ferkilometur til støddar. Í 2011 vóru 792 fólk við bústaði í Christiania, sum er umleið 100 fleiri enn tað vóru í 1991. Christiania liggur á fjórðraplássi yvir staðir í Danmark, ið draga flest ferðafólk til sín. Árliga dregur Christiania eina hálva millión ferðafólk.