Frísarnir í Akrabergi
Fyrstu skrivligu frásagnir um Frísar í Føroyum eru frá seinastu tíggjuárunum í 18. øld, og tær eru eftir munnligari frásøgn.
Søgnin sigur, at Frísarnir búleikaðust í Akrabyrgi í Suðuroy. - Nær Frísarnir komu til Føroyar, er ikki greitt, men onkur vil verða við, at frísar longu høvdu bústað í Suðuroy í ár 800. - Í 700-800 talinum rýmdu frísar undan tí franska konginum og búsettust á oyggjunum á vestur síðu Jyllands (Suðurslesvig). Tað kann væl hugsast, at nakrir av teimum sigldu enn longri norður, heilt til Føroyar. - Ein gomul søgn sigur, at norðan fyri tær Bretsku oyggjarnar skuldi ein oyggj liggja, sum nevndist ”Frislandia,” og kann hetta væl hava verið Suðuroy.
Tann danski kongurin Abel, sum fall í bardaga við Norðurfrísar í 1252, hevði rikið nógv av fólkinum, sum búði á teimum norðfrísisku oyggjunum út í Vesturhavið, og hesi fólk vóru sigld til ”oyggjarnar í vestri”. – Tað er ikki óhugsandi, at hesir frísar, sum flýddu undan danska konginum, longu tá hava kent til ”Fríslandia” og hava lagt leiðina til Føroyar.
Tá tað búði flest frísar í Akrabyrgi, vóru ikki minni enn 13 hús, og vóru hesi hús so mannsterk, at teir kundu manna tvey skip við 12 árum í hvørjum borði. - Skipini høvdu frísarnir liggjandi uppi á mølini í Sumba. – Skipini blivu brúkt til ránsferðir og komu víða um. Best umtóktu vápn hjá frísinum vóru langir knívar (eisini nevndur Sax) og langir stavar, sum høvdu krókar og langan pík í endanum.
Sumba, sum er ein av teimum gomlu niðurseturbygdunum í Føroyum, og tá Akraberg bert liggur stutta leið frá bygdini, hava frísarnir í Akrabyrgi og norðbúgvarnir í Sumba óivað verið so tætt knýttir, at teir hava verið at kalla ein samlað búseting.
Tann kendasti frísin í Akrabergi var Hergeir, eisini nevndur ”Bóndin í Akrabyrgi”. Hann var víðagitin maður fyri styrki, og hann átti átta prúðar og menniligar synir. – Hergeir er kendur frá søgnini um ”Bardagan í Mannafelsdali”. Hann sigst at hava niðurbrent bispagarðin í Kirkjubø, steðgað byggingini av Kirkjubøarmúrinum og dripið ”Mús”, varamann hjá føroyska bispinum Erlendi. Hetta hendi ár 1307.
Søgnin sigur, at ein frísi úr Akrabyrgi var um jólahalguna komin norður til Eiðis. Illstøða tók seg upp millum frísan og eiðismenn í Myrðmansstovu, og frísin varð myrdur. - Hetta skuldi vera ein atvoldin til, at Akrabergsbóndin legði uppí stríðið móti norðanmonnum og bispinum í hevnisøku yvir sín myrda hirðmann.
Tá ið sóttin svarta kom til Suðuroyar uml. 1350, doyðu øll Frísahúsini út. Bert tveir frísar yvirlivdu svartadeyða, og fluttu teir heim til Sumbiar og giftust har.