Frímerkja- og postsøgan hjá Aserbadsjan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Postberarar í Baku, 1914

Frímerkja- og postsøgan hjá Aserbadsjan er um søguna hjá frímerkjum og postskipanina í Aserbadsjan, ið fylgir søguni hjá landinum frá innlimanini í Russiska ríkið í 1806, til tað stutta tíðarskeiðið við sjálvræði í 1918, ið landið misti til Sovjetsamveldið í 1920 og endurvann í 1991, eftir at Sovjetsamveldið fall.