Jump to content

Frælsisgudinnan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Frælsisgudinnuna)
Frælsisgudinnan.

Frælsisgudinnan (enskt: Statue of Liberty) er ein standmynd á Liberty Island í New York City. Tað fyrsta, innflytarar fingu eyga á, tá ið teir sjóvegis komu til USA, var Frælsisgudinnuna við tí lýsandi kyndlinum. Hon er 46 m. høg. Standmyndin verður eisini brúkt til vita. Fraklendingar høvdu latið amerikumonnum hesa standmynd í 1886, og hon gjørdist tekin um frælsi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið