Floyta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tvørfloyta

Ein floyta er eitt blásturljóðføri. Óansæð hvørjum tilfari floytan er gjørd úr, so verður hon bólkað sum træblásari. Orðið floyta fevnir um øll sløg av floytum: blikkfloyta, blokkfloyta, primitivar floytur skornar av greinum ella fuglabeini.

Tað finnast floytur, ið bert hava ein tóna, trillifloyta, blikkfloyta og tær mest primitivu pílafloyturnar.

Samstundis finnast tað eisini sera samansettar floytur við nógvum tónum, t.d. panfloytan við fleiri rørum, aðrar sum langfloytan og blokkfloytan við fingraholum ið kunnu dekkast/haldast frí fyri at uppnáa ymiskir tónar. Eitt annað slag av floytum ið verður nevnd marchfloytan verður mest nýtt í tambourkorps í gardaorkestrum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]