Flogfar
Appearance
(Ávíst frá Flogfør)
Flogfar er heitið á øllum flúgvarum, sum eru tyngri enn luftin - tyrlur, sveimflogfør, drekaflogfør og flogfør við føstum veingjum og motori. Flest øll stór ferðamannaflogfør og stríðsflogfør hava jetmotorar, sum gera, at tey kunnu flúgva skjótt og høgt. Tey smáu flogførini hava oftast skrúvur. Tey eru stuttleikaflogfør ella einstaklingsflogfør. Tað eru ikki 100 ár síðan, at tey skjótastu skipini sigldu í meira enn 1 viku tvørtur um Atlantshav. Nú flúgva tey skjótastu ferðamannaflogførini teir 4 800 km í minni enn sjey tímar. Teir stóru motorarnir í stríðsflogførum gera, at tey kunnu flúgva meira enn 3 200 km/h, ella tríggjar ferðir skjótari enn ljóðið.