Flesjarnar (Eysturoy)
Appearance
Flesjarnar eru ein stór grynna við fleiri flesjum í sunnan úr Raktanga og lágan eystan úr Kaldbaksnesi, umleið miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy. Fleiri skip eru farin á Flesjunum, har dýpi um eitt stórt øki bert er heilt fáar metrar.
- 2. januar 1957 sigldi íslendski trolarin Goðanes á Flesjarnar og sakk. Manningin taldi 24 harav 23 vóru bjargaðir. Skiparin, 26 ára gamli Pjetur Hafstein Sigurðsson var ikki funnin aftur. Kelda: Sosialurin 5/1-1957.
- Í desember 1969 fer Sundabúgvin á Flesjarnar. Hol kemur á skipið og róður og skrúða fáa skaða. Skipið verður hildið lens og sleipa inn á Skála, har tað verður umvælt. Kelda: Tingakrossur 20/12-1969.
- 10. januar 1984 fer farmaskipið Ólavur Gregersen úr Gøtu á Flesjarnar og verður vrak.
- 4. apríl 1990 rennur Mallemukken á Flesjarnar. Skipið verður sleipa til Havnar, har staðfest verður, at rivur eru komnar á skrokkin.
- 2. august 2007 siglir russiski trolarin Olshana á Flesjarnar og stendur fastur. Tá hann verður togaður av aftur um náttina, søkkur skipið vestanfyri Flesjarnar á 70 metra dýpi.[1]
2. august 2021 rennur línuskipið Eivind á flesjarnar. Hann bleiv sleipaður av, og sleipaður til Havnar
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "FSN.fo, Stórur russiskur trolari sokkin við Flesjarnar 3. august 2007". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305141050/http://www.fsn.fo/Link/main.asp?SID=TidindiVidkad.asp&ID=55. Heintað 2012-06-26.