Flaggdagur
Flaggdagur er 25. apríl til minnis um, at føroyska flaggið, Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13. apríl. Danmark varð hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, Merkinum. Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum. Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð Merkið viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga. Løgtingslóg sigur, hvussu Merkið skal brúkast og hvørjir litirnir eru.
Longu í 1919 varð Merkið fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg. Dagurin 25. apríl verður eisini nevndur markusarmessa.
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- Niels Juel Arge: Merkið - Flaggsøgan, Tórshavn 1980. (3. økta útgáva v/ Jógvan Arge, 2005).