Jump to content

Fjarskiftiseftirlitið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fjarskiftiseftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Eftirlitið var sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 79. frá 23. mai í 1997 um fjarskifti. Fjarskiftiseftirlitið hevur eftirlit við fjarskifti og fjarskiftistænastum og tekur eisini støðu til spurningar um konsessiónsavtalur, sambindingar- og samflutningstavtalur millum fjarskfitisveitarar.

Tann 1. januar 1998 var Radioóljóðtænastan løgd undir Fjarskiftiseftirlitið. Radioeftirlitið hevur verið rikið sambært rakstraravtalu frá 1. januar 1999 millum Fjarskiftiseftirlitið og Telestyrelsen, men vórðu Radioóljóðtænastan og Radioeftirlitið løgd saman í 2002. Radioeftirlitsdeildin hevur um hendi umsiting av frekvens (tíddar)- og radioloyvum til bátar, skip, flogfør, radiostøðir á landi, áhuga-varparar. Radioeftirlitsdeildin hevur eftirlit við hesum radiostøðunum eins og avlurting av frekvensum, peiling av radioórógvi o.ø. Deildin umsitir, próvdømir og útskrivar siglinga radiopróvbrøv til navigatørar.

Eftirlitið er ráðgevi hjá landsstýrismanninum og miðfyrisitingini annars um faklig viðurskifti á fjarskiftisøkinum.