Fjarðafestivalurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fjarðafestivalurin er heitið á kristiligari tónleikastevnu, ið er í og uttan um samkomuhúsið Kelduna í Skálafirði. Festivalurin varð fyrstu ferð hildin í august 2006.[1] Í 2009, tá fjarðafestivalurin hevði nøkur ár á baki, var festivalurin fluttur fram til at vera 5. - 7. juni. Undanfarnu árini hevur festivalurin verið seint á sumri. Bæði føroyskir, norðurlendskir og altjóða kendir kristiligir tónleikabólkar hava framført á fjarðafestivalinum. Í 2012 varð ongin Fjarðafestivalur fyriskipaður. Fyrireikararnir boðaðu frá, at teir roknaðu við, at teir fóru at skipa fyri einum líknandi tónleikafestivali í 2013, men at hann tá skuldi hava eitt annað heiti.[2]

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Í nevndini sótu Terje Beinar Vestergaard og Eyðun Jacobsen við øðrum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Visiteysturoy.fo
  2. "Planet.foFjarðafestivalurin farin í søguna". http://planet.fo/grein/fjardafestivalurin_farin_i_soguna. Heintað 2013-02-08. 


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]