Fjørukrabbi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Carcinus maenas
Carcinus maenas.jpg
Vísundalig flokking
Kingdom: Animalia
Phylum: Arthropoda
Subphylum: Crustacea
Class: Malacostraca
Order: Decapoda
Infraorder: Brachyura
Family: Portunidae
Genus: Carcinus
Species: C. maenas
Vísindaligt slagnavn
Carcinus maenas
(Linnaeus, 1758[1]

Fjørukrabbi (frøðiheiti: Carcinus maenas) er vanligasti krabbin í taraskóginum fram við landi. Um dagin situr hann oftast og krógvar seg undir steinum. Um náttina fer hann úr taraskóginum og upp í flóðar málan at leita sær føði. Hann etur næstan alt, sum hann fær fatur á og kann enntá fanga kombikk við bitklónum. Krabbi brúkar hárini á beinunum og bitklónum at tevja við og til at finna fram til fongin.


Fjørukrabbi verður 5-­6 cm breiður um skelina og kann vera reydligur, brúnligur, grøn­ligur ella gráligur á liti. Hann skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við. Hann krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð. Missir fjørukrabbi eina bitklógv, veksur hon aftur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Peter K. L. Ng; Danièle Guinot; Peter J. F. Davie (2008). "Systema Brachyurorum: Part I. An annotated checklist of extant Brachyuran crabs of the world" (PDF). Raffles Bulletin of Zoology 17: 1–286. Archived from the original on 2011-06-06.