Jump to content

Fiskivinna í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fiskivinnan hevur stóran búskaparligarn týdning fyri Føroyar. Søguliga sæð hevur fiskivinnan størsta týdning fyri búskaparliga virksemið í Føroyum - størri týdning enn nøkur onnur vinna, og hetta er galdandi enn.


Føroyingar byrjaðu tann orduliga fiskiskapin í 1890”unum” tá id trappubrøðrunir keypti tað fyrstu sluppina til landið, síðan hevur fiskivinnan broytt seg og formera seg til at røkka langt út í heimin, og til at hava ein tann mest modernaða flotan í heiminum, hóast ringar tíðir.


tær allarbestu tíðurnar hjá føroyska flotanum byrjaðu síðst í 1960”unum” tá id tey fyrstu stálskipini komu, síðani hevur tað gingi upp og niður inntil fyrst í 1990”unum” tá ið búskaparkreppan tók seg upp og koyrdi nógv av skipinum á húsagang. Síðani hevur flotin bygt seg uppaftur ímeðan serliga uppisjóvarflotin hevur klárað seg sera væl t.d. eftir teir fingu tí stóru makrelkvotuna í 2010.

Seinni Heimsbardaga rakti føroyingum meint. Tær føroysku slupirnar sigldu við fiski úr føroyum og íslandi niður til onglands við fiski, hetta var ein sera vandamikil túrur tí tað lógu nógvir týskir kavbátar uppá lúr. Tær føroysku sluppirnar landaðu fiskin í oftast í Scrabster og Grimsby, hetta gav nógvan pening til teir føroysku sjómennirnar, og eftir kríggið vóru tað nógvir sum áttu so nógvan pening at teir keyptu sína egnu slupp. Á hesu ferðini eru upp í 240 sjómenn deyðir tilsamans, hetta ger at føroyar eru tað landið í hevur mist mest sjófólk undir krígnum í heiminum í mun til fólkatalið tá.