Finnur Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Finnur Nielsen (føddur 24. desember 1996) er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari. Hann er best kendur sum sangarin og bassleikarin í føroyska málmsbólkinum Asyllex.[1] Umframt at spæla bass í Asyllex hevur hann eisini skrivað orð til flestu løgini hjá bólkinum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo - Asyllex á fløguhillunum í morgin[deyð leinkja], 10. mars 2017. Heintað 9. januar 2018.