Filipstad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Filipstads kirkja.

Filipstad er ein býur í Filipstads kommunu í Svøríki. Fólkatalið var 6 022 í 2010[1], í Føroyum verður ein býur á hesi stødd nevndur býur, men í Svøríki gongur markið vanliga við 10 000 fólk, áðrenn ein býur kann kallast býur (stad). Av søguligum ávum verður Filipstad tó nevndur býur í Svøríki.

Býurin liggur í eystara Värmlandi og er fyrisitingarligur miðdepil í Filipstads kommunu í Värmlands län. Býurin liggur í einum dali millum vøtnini Lersjön og Daglösen. Millum hesi bæði vøtnini rennur áin Skillerälven, sum rennur gjøgnum miðbýin í Filipstad.

Filipstad fekk síni býarrættindi hin 6. apríl 1611 og er eftir Karlstad og Kristinehamn triðelsti býur í Värmlandi. Býurin er uppkallaður eftir Karl Filip, sum var sonur Karl 9. av Svøríki og beiggi Gustav 2. Adolf av Svøríki. Líka síðan 1300-talið er tað siðvenja innan jarn- og námsvinnu, sum eisini er orsøkin til at økið bleiv bygt. Í økinum var stórt náttúruríkidømi, og tá námsvinnan var í hæddini fyrst í 1700-talinum, øktist fólkatalið í Filipstad munandi. Í 1694 misti Filipstad síni býarrættindi eftir ein brand, og ikki fyrr enn í 1835 fekk býurin aftur hesi framíhjárættindini. Eftir tað vaks býurin støðugt, eitt nú orsakað av at fleiri fyritøkur og stovnar komu til býin. Filipstads Bergsskola, sum er til enn í dag, er ein av hesum stovnum.

Í Filipstad liggur størsta knekkibreyðfabrikkurin Wasa og eisini chipsfabrikkurin OLW.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tätorter 2010

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið