Fidel V. Ramos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Fidel V. Ramos

Fidel "Eddie" Valdez Ramos (føddur 18. mars 1928 i Lingayen, deyður 31. juli 2022 i Makati) var ein filipinskur heryvirmaður og politikari. Hann var 12. forseti í Filipsoyggjum.[1]

Ramos virkaði sum verjumálaráðharri undir Corazon Aquino frá 1988 til 1991. Í 1992 vann hann forsetavalið og tók við í forsetaembætinum í juni 1992. Ramos sat sum forseti til juni 1998, tá ið hann bleiv avloystur av Joseph Estrada.

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fidel V. Ramos, Philippines' 12th president, 94, philstar.com, 31. juli 2022
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið