Fetlar
Appearance
| Fetlar †Fötilør | |
|---|---|
| Landafrøði | |
| Vídd | 41 km² |
| Vatn | - % |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 86 (2001) |
| Íbúgvatættleiki | 2 /km² |
Fetlar er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi, tann triðstørsta av teimum. Hon er uml. 41 km² til støddar og í 2001 vóru íbúgvarnir 86 í tali.
Navnið er helst av piktiskum uppruna, men kann eisini vera norrønt "Fetaland" í týdninginum "fitilendi". Í einum dokumenti frá 1490 er oyggin nevnd "Fötilør", sipandi til at oyggin (sum nærum er í tveimum) er bundin saman av einum "fetli".
Hægsta punktið á oynni er Vord Hill (før. Varðaheygur) 158 m.
Størsta bygdin ið er Houbie liggur sunnanvert á oynni.
Ferjusamband er frá Hamars Ness á Fetlar til Gutcher á Yell og til Belmont á Unst.
Miðskeiðis á oynni er flogvøllur.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Leagarth House, Houbie
- Oyggin Urie Lingey við Fetlar í bakgrundini
