Ferðsluskelti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ferðsluskelti verða sett høgrumegin við veg, sæð tann vegin, ferðslan gongur. Har tað er hóskandi, kunnu tey tó verða sett í miðrás ella vinstrumegin ella verða hongd uppi yvir akbreytini. Ferðsluskelti hava vanliga gildi fyri alla ferðslu frameftir. Týdningur teirra kann tó avmarkast til bert at hava gildi fyri ferðslu á ávísum farbreytum. Hetta kann verða gjørt týðiligari við pílum, sum vísa niðureftir á upphongdum talvum. Týdningurin av einum ferðsluskelti kann verða nærri greindur, avmarkaður ella víðkaður við tali, tekni ella teksti á rætthyrntari talvu undir høvuðstalvuni.

Sløg[rætta | rætta wikitekst]

Hesi sløg av ferðsluskeltum verða nýtt:

  • Ávaringarskelti vara við vanda. Tey verða vanliga bert sett á støðum, har trupult er hjá tí ferðandi frammanundan at varnast vandan, ella har hann er munandi størri, enn tann ferðandi kann rokna við. Ávaringarskelti eru tríhyrnt og hava spíska endan uppeftir.
  • Víkiskylduskelti skila til víkiskylduviðurskifti. Víkiskylduskelti verða sett beint har ella haðan, tann tilskilaða víkiskyldan hevur gildi.
  • Forboðsskelti seta serlig forboð. Forboðsskelti eru rund. Flest teirra hava reyða rond og svørt tekin, sum lýsa forboðið.
  • Boðsskelti geva serlig boð. Boðskelti eru rund við bláari grund og hvítum tekni, sum lýsir hvat boðið er. Boðsskelti verða sett beint við tað staðið, har ella haðan boðið hevur gildi.
  • Leiðbeiningarskelti skila til onnur viðurskifti av týdningini fyri ferðsluna. Leiðbeiningarskelti verða sett nærindis tí staði ella við byrjan á tí vegastrekki, sum skeltið viðvíkur. Skelti, sum verða sett nakað burturfrá, kunnu hava fráleikan tilskilaðan í neðra ella á undirskelti. Hesi skelti eru rætthyrnt. Flest teirra eru blá við hvítum tekni ella hvítum teksti.