Felagið fyri kommunufeløg í Evropa
Felagið fyri kommunufeløg í Evropa (á enskum Council of European Municipalities and Regions, stytt CEMR) varð stovnað í Genéve í Sveis longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum størru evropeisku býum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í øllum teimum evropeisku londunum. Felagið fyri kommunufeløg í Evropa vil tryggja, at lokal áhugamál eisini verða hoyrd í einum Evropa samveldi, sum annars er nógv merkt av umfatandi skrivstovuveldi. Í dag er CEMR tann størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar úr øllum Evropa. Millum annað eru øll systurfeløgini hjá KSF í Norðurlondum limir í felagsskapinum.
Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í París og eina í Brússel við tilsamans 20 starvsfólkum. Limfeløgini hava tveir regluligar fundir um árið. Politiskur formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Heiðursforseti fyri felagsskapin er fyrrverandi franski forsetin Valéry Gisgard d'Estaing.
Føroyskur limaskapur
[rætta | rætta wikitekst]Kommunusamskipan Føroya (KSF) samtykti á stýrisfundi fríggjadagin 29. oktober 2010 at søkja um atlimaskap í felagsskapinum, ið er størsti felagsskapur í heiminum fyri kommunufeløg og regiónalar myndugleikar. Seinast í september mánað í 2010 var stýrið í Kommunusamskipan Føroya á fundi í Brússel við leiðsluna fyri CEMR. Endamálið við fundinum var millum annað at kanna møguleikarnar hjá Kommunusamskipanini fyri limaskapi í felagsskapinum. KSF vil við atlimaskapinum í CEMR fyrireika seg uppá, at ein alsamt størri partur av lóggávuni, eisini her á landi, kemur at hava sín uppruna í ES. Í Føroyum kenna kommunurnar longu nú avleiðingarnar av ES-lóggávu. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá CEMR snýr seg um at ávirka lógararbeiði soleiðis at tað kann lagast til viðurskiftini í teimum ymisku londinum. Kommunur í Føroyum hava seinastu árini uppliva, at lóggáva serliga á umhvørvis- og á tí veterinera økinum verður umsett úr danskari ES-lóggávu, og uttan fyrilit verða sett í gildið í Føroyum. KSF vantar at við limaskapi í CEMR kunna føroysku kommunurnar fáa innlit og læra av hvussu kommunur í øðrum londum tillaga ES lóggávu til staðbundin viðurskifti. Við limaskapi í CEMR fær Kommunusamskipan Føroya eisini møguleikan fyri at knýta sambond við onnur kommunufeløg og býarfeløg í øllum Evropa, eins og felagið fær møguleika fyri at luttaka í arbeiðsbólkum og verkætlanum, ið verða skipaðar innan CEMR.