Farrah Fawcett
Farrah Fawcett | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 2. feb 1947 í/á Corpus Christi |
Andaðist | 25. jun 2009 í/á Santa Monica |
Deyðsorsøk | colorectal cancer |
Alma mater | University of Texas at Austin, W. B. Ray High School, Pershing Middle School |
Starv | sjónvarpsleikari, filmsleikari, modell, filmframleiðari, listafólk, visual artist, sjónleikari á palli, sjónleikari |
Børn | Redmond O'Neal |
Foreldur | móðir Pauline Alice Evans faðir James William Fawcett |
Mál | Enskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000109050723 |
VIAF | 58245457 |
LCAuth | n90700073 |
IMDB | nm0000396 |
Commons | Farrah Fawcett |
Farrah Fawcett (2. februar 1947 í Corpus Christi, Texas – 25. juni 2009 í Santa Monica, Kalifornia) var ein viðurkendur sjónleikari úr Texas. Sama dag sum Michael Jackson doyði andaðist eisini Farrah Fawcett, best kend úr sjónvarpsrøðini "Charlie's Angels" frá seinnu helvt av 70-unum. Hon varð 62 ár. Fawcett fekk staðfest krabbamein í 2006 og fekk viðgerð fyri sjúkuna. Á sínum 60 ára føðingardegi, fýra mánaðir eftir at hon hevði fingið staðfest sjúkuna, varð boðað frá, at hon var frísk aftur, men so varð ikki, og restina av sínum lívi stríddist hon móti krabbasjúkuni. Í mai mánaði kom fram, at hon lá til tað síðsta, og 25. juni andaðist hon á sjúkrahúsi í Santa Monica í Kalifornia. Hon bleiv 62 ár.
Hon vaks upp í lítla býnum Corpus Christi í Texas, har hon eisini varð fødd í 1947. Har gekk hon í einum katólskum skúla, til hon slapp inn á universitetið og flutti til Austin, Texas. Tá ein mynd av henni varð prentað í eitt blað, varð skjótt ringt eftir henni úr Hollywood í Kalifornia, og soleiðis byrjaði hennara yrkisleið sum sjónleikari, og hon gjørdist heimskend. Hon varð tilnevnd Golden Globes og Emmys, men hon vann ongantíð nakað. Hetta komst av, at dómararnir ikki altíð vóru á hennara síðu, hóast hon hevði nógvar fjepparar um allan heimin.
Hon er mest kend fyri sín leiklut sum Jill Monroe úr tí upprunaliga "Charlie's Angels", sum var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, ið varð send frá 1976-81. Annars fekk hon eisini rós aftana at havi verið við í sjónleikinum "Extremities" av William Mastrosimone. Í leikinum spældi hon eina kvinnu, ið varnaðist, at ein neyðtøkumaður hevði brotið inn í hennara heim. Í staðin fyri at lata seg neyðtaka, berjist hon fyri sær sjálvari og tekur mannin sum fanga. Hesin sjónleikur var við til at broyta ímyndina av henni sum sakleys, blond genta, ið ikki tordi at gera nøkrum nakað.
Tey seinastu 27 árini av sínum lívi livdu hon saman við sjónleikarinum Ryan O'Neal. Saman fingu tey sonin Redmond. Tað var ætlan teirra at gifta seg, men tað náddu tey ikki áðrenn hon doyði. Fáar vikur áðrenn deyða hennara, varð heimildarkykmyndin "Farah's Story" sjónvarpað í Ameriku, har 9 milliónir fylgdu við í tí 2 tíma longu kykmyndini. Alana Stewart var við til at gera heimildarkykmyndina, og hon sat við lið Farah inntil deyðan. Hennara bardagi mótvegis krabbameininum varð víst fyri almenninginum.
Filmar
[rætta | rætta wikitekst]- The Cookout (2004)
- Dr. T & the Women (2000)
- The Flunky (2000)
- The Lovemaster (1997)
- The Apostle (1997)
- Man of the House (1995)
- See You in the Morning (1989)
- Extremities (1986)
- the Burning Bed (1984)
- The Cannonball Run (1981)
- Saturn 3 (1980)
- Sunburn (1979)
- An Almost Perfect Affair (1979)
- Somebody Killed Her Husband (1978)
- Logan's Run (1976)
- Myra Breckinridge (1970)
- Love Is a Funny Thing (1969)