Føroya Skótaráð
Føroya Skótaráð er eitt ráð sum umboðar allar fýra skótasamskipanirnar í Føroyum. Tær 4 samskipanirnar eru KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya KFUK skótar, FH-skótarnir (Frelsunarher skótarnir) og Føroya Skótasamband (gulu skótarnir).[1]
Føroya Skótaráð er síðani 1991 sjálvstøðugur limur i Nordisk Samarbeits Komité, sum umboðar alt Norðulenskt skótaarbeiði. Føroya Skótaráð eru limir í alheimsfelagskapunum WOSM (í gjøgnum donsku felagsskapirnar Fællesrådet for Danmarks Drengespejdere), og WAGGGS.
Føroya Skótaráð tekur sær av øllum felags tiltøkum hjá teimum føroysku samskipanunum, og er nevndin samansett av nevndarlimum úr øllum teirra.
Arbeiðsuppgávur eru millum annað árliga tiltakið Skótahjálpin, og at samskipa føroyska luttøku á alheimsskótaleguni Jamboree (World Scout Jamboree) sum er fjórða hvørt ár.