Jump to content

Føroya Jarðfrøðisavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroya Jarðfrøðisavn varð sett á stovn í 1951. Setningurin var at gera jarðfrøðilig kort av Føroyum í samstarvi við DGU (stytting fyri Danmarks Geologiske Undersøgelser), at stovna eitt jarðfrøðiligt savn og virka sum ráðgevi fyri Føroya Landsstýri. Jóannes Rasmussen (f. 1912 - d. 1992) var fyrsti stjóri á Jarðfrøðisavninum, og stjórnaði hann savninum í samfull 40 ár. Hann tók prógv sum M.Sc. í jarðfrøði frá Københavns Universitet í 1950. Frá 1953 starvaðist hann sum jarðfrøðingur á DGU, samstundis sum hann var stjóri á Jarðfrøðisavninum. Í 1955 gjørdist savnið partur av nýggja Náttúrugripasavninum. Jarðfrøðisavnið hevur húsast ymsastaðni í Havn: 1952-1995 í V. U. Hammershaimbsgøta 13; 1995-2000 í J.C.Svabosgøta 14; Síðan mai 2000 í Brekkutún 1, Hoyvík.