Jump to content

Everglades

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort.

Everglades í Florida í USA er friðað mýrilendi við mongum sjáldsomum plantum og dýrum. Fyrr var lendið nógv størri, men partar av Everglades eru drenaðir og verða nýttir til sukurlundir. Norðari partur er víðførar sevmýrar við hólmum og grynkum. Sunnan fyri er vaðil (lendið, sum liggur turt á fjøru). Á oyrareingjunum eru saltar mýrar við mangrovugróðri. Tjóðargarðurin Everglades National Park í Suðurflorida varð stovnaður í 1947 og hevur altjóða týdning sum varðveitsla av mýrilendi og granskingarøki við upprunaskógi og áum.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Everglades og Sawgrass graslendi.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið