Elizabeth Taylor

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dame Elizabeth Taylor
DBE
Taylor, Elizabeth posed.jpg
Studio-mynd, 1953
Fødd(ur) Elizabeth Rosemond Taylor
(1932-02-27)27 februar 1932
Hampstead Garden Suburb, London, Ongland, Stóra Bretland
Andaðist 23 mars 2011(2011-03-23) (aldur 79)
Los Angeles, Kalifornia, USA
Deyðsorsøk
Congestive heart failure
Hvíldarstaður
Forest Lawn Memorial Park, Glendale, Kalifornia
Onnur nøvn Liz Taylor
Ríkisborgaraskapur Bretskur og amerikanskur
Starv Sjónleikari
Aktiv(ur) ár 1942–2011
Átrúnaður
Hjúnafelagi(ar)
Børn 4
Foreldur

Dame Elizabeth Rosamund Taylor (* 27. februar 1932 – † 23. mars 2011) var ein bretsk-amerikonsk sjónleikarinna. Hon var ein av kendastu sjónleikarum í heiminum og vann fleiri heiðurslønir fyri sítt virksemi sum sjónleikari, m.a. vann hon tvær ferðir heiðurslønina Academy Award for Best Actress, sum eisini er kent sum Oscar fyri bestu sjónleikarinnu. Hesar vann hon í 1960 fyri BUtterfield 8 og í 1966 fyri sín leiklut í Who's Afraid of Virginia Woolf?. Elizabeth Taylor varð fødd Onglandi, og búði í einum forstaði í ein útnyrðing av London saman við foreldrum og syskjum fyrstu sjey árini av lívi sínum. Í 1939 brast Seinni heimsbardagi á, og familjan flutti til USA at búgva. Bæði foreldrini hjá Elizabeth Taylor vóru úr USA, og tí fekk Elizabeth Taylor bæði bretskan og amerikanskan statsborgaraskap. Elizabeth Taylor gjørdi eitt stórt arbeiði og brúkti nógvan pening fyri at stuðla gransking í AIDS sjúkuni. Hon var við til at stovna National AIDS Research Foundation, sum var lagt saman við øðrum líkandi stovni og fekk síðan navni AmfAR, The Foundation for AIDS Research. Hon fekk ymiskan annan heiður, eitt nú: Presidential Citizens Medal, Legion of Honour, Jean Hersholt Humanitarian Award, AFI Life Achievement Award. Hon var tilnevnd sjeyndaplássi millum amerikanskar sjónleikarinnur á einum topp 50 lista, sum American Film Institute hevur gjørt.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]



Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið