Jump to content

Elin Josefina Smith

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Elin Josefina Smith (fødd í Sandavági) er ein føroyskur málari og teknari. Hon gekk á Holbæk Kunsthøjskole á várið 1997 og á Billedskolen frá 1997 til 1999. Hon hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon hevur luttikið á yvir 100 listaframsýningum.[1] Kinna Poulsen skrivaði ummæli á listinblogg í 2013, tá ið Elin Josefina hevði listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hon skrivar m.a.: "Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt sum hjá Junge Wilde, tað er figurativt, primitivt og litirnir eru grefligir, ofta óblandaðir og tíðum uttan nakra serliga undirmáling, sum eisini økir um ráa, skitsukenda úttrykkið. ... Tað, sum hugtekur meg við hesum myndunum er ikki minst hvussu øðrvísi tær eru tematiskt í mun til føroyska list. Elin tekur upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering, innkeypi og tað er kvinnulív, serliga tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin, sum fær menstruatión, sum bólgnar, sum eigur børn, sum fær risastór bróst við mjólk í til pinkubørnini at súgva, kroppurin, sum forfellur og sum heldur uppat við at hava menstruatión og fer í skiftisár."[2]

Síða á Billedkunstnernes Forbund: http://www.bkf.dk/elinjosefina-smith[deyð leinkja]

Youtube síða: https://www.youtube.com/user/elinjossmith