Elin Bjørg Højgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Elin Bjørg Højgaard
er eitt menniskja
Fødd(ur) 31. okt 1945
Andaðist 27. mai 1977
Foreldur faðir Hans Jacob Højgaard
Dátuheiti
Elin Bjørg Højgaard
Føddur 31. oktober 1945
Toftir Føroyar
Doyði 27. mai 1977
Keypmannahavn Danmark
Útbúgving Frítíðarheimslærari
Yrki Fríríðarheimsleiðari
Foreldur Hans Jacob Højgaard

Elin Bjørg Højgaard var føroyskur rithøvundur og frítíðarheimslærari, hon skrivaði barnabøkur. Elin Bjørg varð borin í heim á Toftum 31. oktober í 1945, men flutti sjey ára gomul til Havnar við foreldrunum, tá pápin gjørdist lærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Aftan á lokna skúlagongd og fyrifallandi arbeiði eitt skifti fór hon í 1970 til Keypmannahavnar at læra til frítíðarheimslærara. Eftir lokið prógv í 1973 arbeiddi hon á dagstovnum í Albertslund og Glostrup til hon 27. mai 1977 andaðist bert 31 ára gomul.

Elin Bjørg skrivaði tvær barnabøkur og myndaskrýddi tær hegnisliga. Hin fyrra "Stina, Tina og Tummas" kom í 1970.[1] Eftir deyða hennara, í 1978, kom seinna bókin "Trøllalív", skrivað í ævintýrasniði, men við høvuðsevni, ið uppi er í tíðini: Arbeiðsbýtið kynjanna millum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. BFL.fo