Eindarumrokning
Eindarumrokning verður brúkt, tá tøl í einari eind verða roknað um til eina aðra eind. Hetta er ofta neyðugt m.a. orsakað av, at siðvenja er at brúka ávísar eindir í ymsum londum. T.d. eru nógvir formlar knýttir at ávísum eindum. Har verða nýttar altjóða eindirnar (SI-eindir). T.d. er SI-eindin fyri longd metur, fyri kraft newton, o.s.fr.
Umrokningarhættir
[rætta | rætta wikitekst]Einfaldasti hátturin at umbroyta eina eind til aðra er at viðgera eindirnar støddfrøðiliga. Sí dømini fyri at síggja gongdina.
Tú ynskir at broyta 6 føtur til metrar. Við uppslagi hevur tú funnið út av, at ein fótur er 0,3048 metrar. Nú fært tú umbroytt støddfrøðiliga:
Legg til merkis, at fótaeindin dettur burtur, og letur metrarnar standa einsamallar eftir. (Av tí at bæði 6 føtur og 0,3048 metrar til hvønn fót eru fullkomiliga neyv tøl, er svarið við 5 týðandi talteknum fullkomiliga rætt.)
Latið okkum siga, at hæddin á tær er 182,88 sentimetrar, og at tú ynskir at umbroyta hetta til tummar:
Tað eru 12 tummar í einum fóti, tískil eru 72 tummar tað sama sum 6 føtur.
72/12 = 6 ft
Fleiri eindir kunnu verða viðgjørdar á sama hátt:
Tí er ferðin á heiminum umleið 7 míl um sekundið ella 40 000 kilometrar um tíman. Legg merki til, at av tí, at útrokningin byrjaði við einum týðandi taltekni (7-talinum), hevur úrslitið eisini eitt týðandi taltekn (4-talið í 40 000).
Um faldast ella býtast skal, verður avgjørt við at hyggja at eindunum og við at gera av, hvør skal burtur. Um vit høvdu býtt við 3600 s/t í umbroytingini omanfyri í staðin fyri at falda, hevði úrslitið verið í kilometurtímum fyri fersekundið, sum eyðsýnt er skeivt og høpisleyst úrslit.
Avrunding
[rætta | rætta wikitekst]Týdningarmikið er at minnast, at umbroytingargongdin ikki kann geva neyvari tøl enn tey, sum vóru frammanundan. Meðan fleiri av umbroytingartættunum í uppslagstalvunum eru neyvir og aðrir óneyvir, tó at teir hava mong, týðandi taltekn, eru øll talteknini, tú fært við roknimaskinu ella blýanti og pappíri, ikki týðandi.
Ansa eftir at runda av hóskandi eftir útrokning.