Edward Mitens

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Edward Mitens
Edward Mitens older.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 30. nov 1889 í/á Tvøroyri
Andaðist 3. jun 1973 í/á Tórshavn
Starv advokatur, politikari, civil servant
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Børn Q11991382
Foreldur faðir Niels Juel Mortensen
Dátuheiti
ISNI 0000 0000 4720 7560
VIAF 63833905
LCAuth no2008157681
Commons Edward Mitens

Edward Esbern Mitens (føddur 30. november 1889 á Tvøroyri – doyði 3. juni 1973 í Havn), cand. jur. 1912, navnaskifti frá Mortensen 1923, landsrættarsakførari, Sjálvstýrisflokkurin. Edward Mortensen, sum í 1923 fekk sær eftirnavnaskifti til Mitens, varð føddur á Tvøroyri 30/11-1889. Ungur kom hann í 1901 til Havnar at ganga í realskúla, haðan hann tók prógv í 1905. Úr Havn gekk leiðin niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1907. Beinanvegin tók hann upp løgfrøðislestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, og hann tók prógv sum cand. jur. Í 1912.

Aftan á lokið prógv las hann eitt stutt skifti á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi, var aftur í Keypmannahavn nakrar mánaðir og kom so í 1913 til Føroya; her arbeiddi hann fyrst sum sýslumaður, so sum sakførarafulltrúi, frá 1924 sum sakførari og frá 1934 sum landsrættarsakførari.

Blaðungur kom hann upp í politikk. Hann sat á fólkatingi 1915-18 og á løgtingi umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Suðuroyar valdømi frá 1916 til 1939, tvey skeið 1928-31 og 1936-39 var hann tingformaður.

Í 1939 varð hann settur í nýskipaða starvið sum skrivstovustjóri løgtingsins, og í hesum starvi sat hann, til hann legði frá sær vegna aldur, tó burtursæð frá tíðarskeiðinum 1954-58, tá hann sat í landsstýrinum umboðandi Sjálvstýrisflokkin. Í landsstýrinum umsat hann mentanarmál og var íðin talsmaður fyri stovnsetan av føroyskum útvarpi.

Mitens var eisini bókmentahugaður maður; hann skrivaði í 1916 stuttan bókling um lívssøgu og virki V.U. Hammershaimbs, og seinni legði hann til rættis minningarrit um Fríðrik Petersen og Rasmus Effersøe.

Høvuðsútgávuverk Mitens man vera Føroyskt lógsavn. Umfatandi serstakar føroyskar lógir og administrativar fyriskipanir 1687-1953, 1953, við uppískoyti 1959, sum fevnir um tíðina 1953-59. Hjálparmaður hansara var Chr. Lørup Sørensen.

Manna millum man kendasta verk hansara vera endurminningarrøðin Eg minnist, 1960-69, um barnaárini, skúlaog læruárini, tíðina sum sýslumaður, fólkatingsmaður og sakførari, løgtingsmannaárini 1946-39 og tíðina sum skrivstovustjóri løgtingsins.

Edward Mitens doyði í 1973.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1950 - Færøernes selvstyre. Trykt i: Ugeskrift for Retsvæsen 1950.
  • 1951 - Færøernes selvstyre. Trykt i: Ugeskrift for Retsvæsen 1951.