Edvard VII av Stórabretlandi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Eduard VII í 1902

Edvard VII (enskt: Edward VII; føddur sum Albert Edward tann 9. november 1841 í Buckingham Palace í London, deyður 6. mai 1910 sama stað) var kongur av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland og keisari av India frá 22. januar 1901 til deyða sín í 1910.[1] Heima hjá familjuni varð hann vanliga róptur Albert ella Bertie.

Edvard VII var elsti sonurin hjá enska kongshjúnunum Viktoriu drotning og Albert prinsi av Sachsen-Coburg-Gotha. Sum trónarvingin gjørdist hann prinsur av Wales hin 8. desember 1841. Edvard giftist við dansku Alexandru prinsessu tann 10. mars 1862 og saman fingu tey seks børn. Hann var prinsur av Wales í 59 ár og gjørdist kongur tann 22. januar 1901, dagin mamma sín andaðist. Hin 9. august 1902 varð hann krýndur til kong í Stórabretlandi og Írlandi.

Edvard VII kongur hevur sitið á trónu einans í níggju ár, tí hann doyði longu í maimánaði í 1910. Eftirmaður Edvard VII bleiv næstelsti sonur og trónarvingin, Georg V.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Edward VII , britannica.com