Jump to content

Edvard Munch

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Norski listmálarin Edvard Munch, og niðurlendingurin, Vincent van Gogh, slóðaðu fyri ekspressjónismu.

Edvard Munch (føddur 12. desember 1863, deyður 23. januar 1944): norskur listamálari og grafikari, sum í sínum fyrstu verkum frá umleið 1880 til 1890 lýsti sorg, sjúku, tunglyndi og angist. Tíðliga misti Munch bæði mammuna og eina systur av tuberklum, og hetta merkti nógv list hansara. Málningurin, "Tað sjúka barnið" er júst av mammu og sjúku systur hansara, málaður stutt áðrenn systirin doyði. Málningurin elvdi til mikla øsing, tá ið hann var sýndur fram í 1886 á heystframsýningini, tí bæði málingahátturin, ið ber boð um komandi rákið ekspressionismuna, og myndaevnið vóru lítið frammi tá. Munch vísir, at sjúka, deyði og sorg eru evni, ið als ikki kunnu verða endurgivin yndisliga, sum listafólk annars gjørdu um hetta mundið at taka broddin av deyðans valdi, so at menniskjan skuldi sættast við at vera deyðilig.

Yvirlit yvir týdningarmestu verk Munchs

[rætta | rætta wikitekst]
Munch málaði "Genturnar á Brúnni" í 1902.
  • Skrik 1893
  • Madonna 1893-94
  • Vampyr 1893-94
  • Rødt og hvitt 1894
  • Det syke barn 1894
  • Angst 1894
  • Kristiania-Bohemen II 1895
  • Ung kvinne på stranden 1896
  • Måneskinn I 1896
  • Urnen 1896
  • Jalousi 1896
  • Kys 1897
  • Rød villvin 1898-1900
  • Togrøk 1900
  • Kyss IV 1902
  • Brosjen / Eva Mudocci 1903
  • Selvportrett med vinflasken 1906
  • Marats død II 1907
  • Den gule tømmerstokken 1911-12
  • Mot skogen II 1915
  • Selvportrett / Nattevandreren 1923-24
  • Stjernenatt 1923-24
  • Birgitte III 1930
  • Under kastanjetreet 1937
  • Selvportrett mellem klokken og sengen 1940-42
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]