Vincent van Gogh
Vincent Willem van Gogh (30. mars 1853 – 29. juli 1890) var ein niðurlendskur post-impressjónistiskur listamálari. Hann er ein av teimum mest týðandi listafólkunum í evropeiskari listasøgu. Hann teknaði longu sum smádrongur, men fór ikki at mála fyrr enn hann var síðst í 20'num. Tað seinasta 10-áraskeiðið av lívinum málaði hann einar 860 oljumálningar og gott 1300 vatnlitsmyndir, tekningar o.a.; hetta var áðrenn hann gjørdist sinnissjúkur og at enda doyði at einum skotsári. Tað var hildið, at hann skeyt seg sjálvan, sjálvt um man ikki fann nakað skotvápn. Hann var maniodepressivur og fekk psykosu.
Van Gogh var ikki blivin kendur, tá hann doyði, tað bleiv hann ikki fyrr enn seinni. Hann hevur havt stóra ávirkan á onnur listafólk í 20. øld.
Verk
[rætta | rætta wikitekst]-
Sorg, 1882
-
Sólblómur, 1888
-
Kaffistova um kvøldið, 1888
-
Heyst í Provence, 1888
-
Sovikamarið hjá Vincent í Arles, 1888
-
Stjørnunátt, 1889
-
Iris blómur, 1889
-
Málari á veg til arbeiðis, 1889
-
Hvítt hús um náttina, 1890
-
Portret av Dr. Gachet, 1890
-
Iris blómur, 1890
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]