Edmund Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Edmund Jacobsen (f. 1967 í Rituvík) Rokksangari, tónasmiður og journalistur. Byrjaði av álvara at spæla tónleik alment sum sangari í bólkinum Skorar í 1984. Fór á várið 1988 uppí bólkin Kontrast, og var á heystið 1988 við til at stovna bólkin Chase. Var um somu tíð við í bólkinum Rockmenn.

Flutti í 1992 til Århus, har hann las til journalist. Hevur síðani 1997 verið búsitandi í Esbjerg, har hann arbeiðir sum freelance-journalistur á egnum virki, MediaSet.

Var á heystið 2003 við til at stovna bólkin Super Sonic, ið hevur heimastað í Esbjerg. Hesin bólkur gav í desembur 2004 út stakfløguna "Onetwothreefour".

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]