Eddie Cochran

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Raymond Edward "Eddie" Cochran (2. oktober 1938 - 17. apríl 1960) var ein amerikanskur rock and roll tónleikari, ið hevði stórt árin á gongdina hjá populertónleiki síðst í 50'unum og frameftir. Cochran doyði í einari ferðsluvanlukku, tá ið hann var á konsertferð í Stóra Bretlandi saman við Gene Vincent.

Størstu hittini hjá Eddie Cochran vóru: Summertime Blues; Twenty Flight Rock; C'Mon Everybody og Three Steps To Heaven, sum var innspældur nakrar fáar dagar, áðrenn bráða deyða hansara.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið