Dálking
Dálking; Tilfar og loftsløg, sum eiga ikki at vera har, spilla umhvørvið hjá plantum og dýrum, sum liva har. Jørðin er serlig, men viðkvom. Tá ið vit dálka við evnavørum, oyða vit lívsneyðug virði.
Dálkan stendst fyrst og fremst av ídnaðinum og ávirkar allan heimin. Evni til landbúnaðin hava eitrað moldina og verða ikki úrskild í føðsluliðunum; ídnaðarburturkast og evnafrøðiligt avlop verða tveitt í havið ella í áirnar; eitrandi loftevni úr verksmiðjum og orkuverkum og bilroykur dálka loftlagið og eru atvold til súrt regn, sum týnir skógir og vøtn og tærir bygningar. Loftdálkanin hevur eisini sett hol á ozonlagið, sum verjir jørðina fyri fagurbláu sólargeislunum. Hesir geislar kunnu elva til krabbamein hjá fólki og dýrum. Vaksandi orkunýtslan og skógartýningin økja um vakstrarhúsárinið, sum ger, at tað verður heitari á jørðini. Tað kann elva til stórar og álvarsamar veðurlagsbroytingar.
Dálkað luft
[rætta | rætta wikitekst]Verksmiðjur, serliga tær, sum nýta steinrunnin brennievni, goysa vandamiklan royk upp í luftina, sum ringur fyri lunguni. Hann ger eisini regnið súrt.
Brennandi skógir
[rætta | rætta wikitekst]Síðani 1945 eru fleiri enn 40 % av tropiska regnskóginum feld til timbur og dyrkilendi. Tá ið skógur hvørvur, hvørvur heimið hjá nógvum dýrum og plantum.