Djóralæknar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Djóralæknin gevur heilivág, innspræningar, tekur røntgenmyndir ella sker dýrið.

Djóralæknar hava lært at lekja og røkta dýr. Dýr duga ikki sum menniskjur at greiða frá, hvar ið tey hava ilt, tá ið tey eru sjúk. Tí er sera torført at geva dýrum rætta viðgerð. Fyrr vóru bara hestar og annar fenaður viðgjørdir. Nú á døgum viðgera teir eisini heimadýr. Teir kanna fenað og hjálpa til við burðum. Summir djóralæknar eru um dýrini í djóragørðum. Aðrir djóralæknar búgva seg út til djóratannlækna.

Djóralæknar eru alneyðugir í landbúnaðinum. Alidýr verða ald, so at fólk skulu fáa so nógv mjólk, kjøt ella egg sum gjørligt. Men teimum tørvar tó serliga røkt, tí alidýrini eru viðkvæmari fyri sjúkum. Djóralæknin hjálpir bóndanum, so dýrini eru frisk. Fyrr, tá ið eingir djóralæknir vóru, hjálptu hestalæknar hestum og øðrum fenaði, til dømis neytum. Teir nýttu gomul, kend heimaráð.

Mong ymisk dýr verða viðgjørd á djóralæknastovum. Hundar skulu vera í bandi, og kettur eiga at liggja í kurv, so tey ikki fara at berjast og so kunnu smitta onnur dýr. Djóralæknin kannar dýrið og spyr eigaran, hvørji sjúkeyðkenni dýrið hevur.

Fyrstu djóralæknafrøðiligu háskúlarnir í Evropa vóru stovnaðir í 18. øld.

Í Danmark krevst 6 ára útbúgving á Den Kongelige Veterinær og Landbohøjskole, áðrenn tú gerst djóralækni.

Djóralæknar í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Djóralæknar[rætta | rætta wikitekst]

  • Torben Lauge Dencker
  • Ingibjørg Egholm
  • Torgun Gjefsen
  • Bergur Hanusson
  • Lone Vester Jensen
  • Kristina Dahl Joensen
  • Ole Jürgens
  • Susanne Kabell
  • Birna Mørkøre
  • Lars Mohr Nielsen
  • Jórun Sumberg -Olsen
  • Jústines Olsen
  • Elspa Petersen
  • Signar Petersen
  • Oddjó Stovugarð
  • Andras Strøm
  • Niels Therkildsen
  • Karen Brener Tjørnelund
  • Peter Skou Østergård

Djóralæknastovur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið