Dietrich Bonhoeffer

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dietrich Bonhoeffer í august 1939

Dietrich Bonhoeffer (* 4. februar 1906 í Breslau í Týsklandi, † 9. apríl 1945 í konsentratiónsleguni í Flossenbürg í Týsklandi) var týskur lutherskur gudfrøðingur, týðandi talsmaður fyri játtandi kirkjuna og tók lut í týsku mótstøðuni móti nationalsosialismuni.

Longu sum 24 ára gamal var Bonhoeffer skikkaður at undirvísa á lærdum háskúla, og eftir at hava búð uttanlands gjørdist hann universitetslærari í evangeliskari teologi í Berlin og ungdómsreferantur í felagsskapinum, sum skuldi blíva Økumeniska ráð kirkjunnar. Frá 1933 og frameftir tók hann alment støðu ímóti nationalsosialistisku forfylgingini av jødum og fór uppí kirkjustríðið ímóti teimum týsku kristnu og ariarparagraffini. Frá 1935 skipaði hann fyri einum prestaskúla fyri játtandi kirkjuni í Finkenwalde, ið seinni gjørdist ólógligur, men hann helt á til 1940. Uml. 1938 fór hann uppí mótrørðsluna fyri Wilhelm Franz Canaris. Í 1940 fekk hann taliforboð og í 1941 skriviforboð. 5. apríl í 1943 varð hann settur í fongsul, og tvey ár seinni varð hann eftir boðum frá Adolf Hitler avrættaður sum ein tann seinasti av mótstøðurørðsluni, ið var settur í samband við atsóknina hin 20. juli 1944.

Í mun til hansara lærarar legði Bonhoeffer dent á nærveruna hjá Jesusi Kristi í altjóða kristna felagsskapinum, týdningin av fjallaprædikuni, eftirfylgjan av Jesusi og samsvar millum trúgv og gerðir; nakað hann sjálvur var fyrimynd í, serliga undir nationalsosialismuni. Í hansara fongsulsbrøvum menti hann týdningarmiklar, um ófullfíggjaðar, tankar um eina framtíðar útrættan av kirkjuni við samanhaldi úteftir við teimum fátøku, og eina óreligiøsa tulking av bíbliuni, kirkusiði og gudstænastu.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Sanctorum Communio (diss.), 1927, ISBN 3-579-01871-X
  • Akt und Sein (habilitationsafhandling), 1930, ISBN 3-579-01872-8
  • Nachfolge, 1937, ISBN 3-579-01874-4
  • Ethik, 1949, ISBN 3-579-01876-0
  • Beten und Tun des Gerechten. Glaube und Verantwortung im Widerstand, ISBN 3-7655-1107-2
  • Schöpfung und Fall. Versuchung. Chr. Kaiser Verlag: München 1968, ISBN 3-579-01873-6
  • Die Weisheit Gottes – Jesus Christus
  • Gemeinsames Leben, 1939, ISBN 3-579-01875-2
  • Widerstand und Ergebung. Briefe und Aufzeichnungen aus der Haft, hg. von Eberhard Bethge, ISBN 3-579-01878-7;
  • Brautbriefe Zelle 92. Dietrich Bonhoeffer – Maria von Wedemeyer 1943-1945, ISBN 3-406-42112-1
  • Das Gebetbuch der Bibel. Eine Einführung in die Psalmen, Hänssler-Verlag: Neuhausen-Stuttgart 1980, ISBN 3-7751-0343-0
  • Fragmente aus Tegel: Drama u. Roman, Chr. Kaiser Verlag: München 1978, ISBN 3-459-01164-5
  • Schweizer Korrespondenz 1941/42. Im Gespräch mit Karl Barth, Chr. Kaiser Verlag: München 1982, ISBN 3-459-01465-2
  • Christologie, Chr. Kaiser Verlag: München 1981, ISBN 3-459-01351-6
  • Gesammelte Schriften, bd.1-6, (red. Eberhardt Bethge)Chr. Kaiser Verlag: München 1958-1974
  • Dietrich Bonhoeffer Auswahl, bd.1-6 (red. Chr. Gremmels & Wolfgang Huber), Gütesloher Verlagshaus 2006

Bøkur á donskum[rætta | rætta wikitekst]

  • Min tid er i dine hænder – Vennebreve og teologiske refleksioner 1943-44: Aros, 2006.
  • Modstand og Hengivelse: 1958.
  • Efterfølgelse: Credo, 2006
  • Fællesskab

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið