Demmus Hentze
Demmus Hentze | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. des 1923 í/á Sandur |
Andaðist | 3. jan 2016 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet |
Starv | politikari, advokatur, consul |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Demmus Hentze (føddur 4. desember 1923 á Sandi, deyður 3. januar 2016 í Tórshavn) var advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Demmus Hentze varð løgfrøðingur (cand.jur.) frá Keypmannahavnar Universiteti í 1952. Hann varð advokatfulltrúi í 1953, landsrættarsakførari í 1958 og hevði egið advokatvirki, Advokatskrivstovan Hentze, 1981–2010. Demmus Hentze var brasilianskur konsul í Føroyum.[1]
Demmus Hentze var valdur á Løgting í Sandoyar valdømi 1966-1974 og 1978-1980 (undantikin tíðarskeið sum landsstýrismaður). Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1975-1981. Hann gavst í politikki eftir skeiðið sum landsstýrismaður, sum endaði 5. januar í 1981.
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Demmus Hentze varð giftur við Helenu, fødd Debes. Tey áttu døturnar Turið Debes Hentze, sum er advokatur, Bergljót Debes Hentze, sum starvast í Kringvarpinum og Annu Debes Henze, sum er sálarfrøðingur.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Niclasen, Jørgen. "Minningarorð: Demmus Hentze, løgtings- og landstýrismaður, farin" (in føroyskt). Folkaflokkurin.fo. http://folkaflokkurin.fo/minningarord+demmus+hentze+logtings+og+landstyrismadur+farin.html. Heintað 26 January 2016.
- ↑ in.fo - Demmus Hentze farin Archived 2016-01-31 at the Wayback Machine, skrivað hevur Eirikur Lindenskov 4. januar 2016.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 286 (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)