David Crosby

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
David Crosby í 2019

David Van Cortland Crosby (føddur 14. august 1941, deyður 18. januar 2023) var amerikanskur guitarleikari, sangari og sangskrivari, sum er kendur frá sera týðandi bólkum.[1][2]

Hann byrjaði sína yrkisleið innan tónleikin í 1964, tá hann var við til at stovna slóðbrótandi bólkin The Byrds. Saman við tónleikavinum sínum Stephen Stills og Graham Nash stovnaði hann í 1968 bólkin Crosby, Stills & Nash, og eitt sindur seinni Crosby, Stills, Nash & Young.[3] Í 1971 kom fyrsta av fleiri solo-útgávum.[4]

David Crosby kom í Rock and Roll Hall of Fame tvær ferðir, bæði við The Byrds og við Crosby, Stills & Nash.[3]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana