Danska krónan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ein svensk og ein donsk 20-króna frá tíðini áðrenn Seinna heimskríggj, tá Norðurlond samstarvaðu um myntir, sum høvdu eins stødd og vóru gjørdar av sama tilfari.

Danska krónan (DKK ella kr.), danskt: dansk krone, grønlendskt: danskinut koruuni er mynteind í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Føroyingar hava egnar pengaseðlar við føroyskum motivi, sum tó ikki er sjálvstøðugt gjaldoyra. 1 króna = 100 oyru.

Galdandi danskir myntir eru í hesum útgávum:

Galdandi danskir peningaseðlar eru í hesum útgávum:

Fyrr hava aðrir myntir og seðlar verið galdandi í danska ríkinum, sum nú bert hava áhuga hjá fólkum ið samla. Talan er um

myntir: 1 oyra, 2 oyra, 5 oyra, 10 oyra, 25 oyra og ½ kr. og seðlar: 1 kr., 5 kr., 10 kr. og 20 kr.

Tann fyrsta danska myntin við kongsins navni og navninum á landinum á var ein mynt hjá Sveini Tvískegg (Svend Tveskæg), sum var gjørd í 995. Í nógv ár hevði virði á myntini samband við tað tilfar, ið myntin varð gjørd av.

Krónur og oyru vóru innførd við lóg í 1873 og tikin í nýtslu 1. januar 1875, har ið hesi komu í staðin fyri ríkisdálaran. 1 dálari varð settur til virði av 2 krónum, 1 markur til 33 1/3 oyru og 1 skilling til 2 oyru.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið