Dansk Melodi Grand Prix 2014

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dansk Melodi Grand Prix 2014 var hin 43. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Endamálið við kappingini er at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2014 (ESC), sum hesaferð verður í Keypmannahavn.

Tað gjørdist Basim, ið vann kappingina við sanginum "Cliche Love Song".

Luttakarar[rætta | rætta wikitekst]

Nr. Sangari(ar) Sangur Komponistur og teksthøvundur Viðmerkingar
1. Bryan Rice "I Choose U" Bryan Rice, Lars Halvor Jensen, Johannes Jørgensen, Shanna Crooks
2. Rebekka Thornbech "Your Lies" Danne Attlerud, Gustav Eurén, Niclas Arn Top 3
3. Sonny "Feeling the You" Sonny, Frederik Tao Nordsøe Schjoldan, Thomas Lumpkins
4. Danni Elmo "She's the One" Engelina, Kenneth Nicolaisen, Søren Vestergaard, Marcus Linnet
5. Emilie Moldow "Vi finder hjem" Engelina, Ole Brodersen, Kasper Larsen, Basim
6. GlamboyP "Right by Your Side" Mathias Kallenberger, Andréas Berlin, Jasmine Anderson
7. Nadia Malm "Before You Forget Me" Nadia Malm
8. Basim "Cliche Love Song" Lasse Lindorff, Kim Nowak-Zorde, Daniel Fält, Basim Top 3
9. Anna David "It Hurts" Anna David, Lasse Lindorff, Kim Nowak-Zorde, Jeremy Huffleman, Marli Harwood, Michael Harwood, Nick Keynes
10. Michael Rune feat. Nastacha Bessez "Wanna Be Loved" Lars Halvor Jensen, Martin Larsson, Luke Madden, Lemar Obika Top 3

Atkvøðugreiðslan[rætta | rætta wikitekst]

Í fyrstu atkvøðugreiðslu atkvøddu hyggjararnir og ein fakjury fyri øllum 10 sangum. Teir tríggir sangirnir, ið tilsamans fingu flest stig, fóru víðari til aðru atkvøðugreiðslu, har hyggjararnir og fakjuryin at enda avgjørdu, hvør av teimum trimum sangunum vann.

Í fakjuryini vóru Jørgen de Mylius, Søs Fenger, Camille Jones, Lars "Chief 1" Pedersen og Mich "Cutfather" Hedin Hansen.[1]

Atkvøðurnar frá hyggjarunum og frá fakjuryini taldu 50 % í báðum atkvøðugreiðslum.

Superfinala[rætta | rætta wikitekst]

Nr. Sangari(ar) Sangur Søs
Fenger
Chief 1 Camille
Jones
Jørgen
de Mylius
Cutfather Stig frá
hyggjarunum
Stig
tilsamans
Plasering
2. Rebekka Thornbech "Your Lies" 2 2 2 1 1 7 15 3
8. Basim "Cliche Love Song" 3 3 3 3 3 15 30 1
10. Michael Rune feat. Natascha Bessez "Wanna Be Loved" 1 1 1 2 2 8 15 2

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Christensen, Kasper Madsbøll (5. marts 2014). "Her er juryen til Dansk Melodi Grand Prix 2014". DR. http://www.dr.dk/melodigrandprix/Nyheder/2014/03/04171255.htm. Heintað 5. marts 2014.