Jump to content

Dansitónleikur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dansitónleikur er tónleikur ið fyrst og fremst er gjørdur at dansa til. Tónleikurin er ofta javnur í rytmuni við týðiligum taktsløgum fyri at gera tað lættari fyri tey ið dansa at halda taktina.

Dømi um dansitónleik

[rætta | rætta wikitekst]
  • Dansibandstónleikur er eitt slag at popptónleiki, ið passar væl til pardans. Hesin tónleikur er mest vanligur í Norðurlondum, og orðið dansebandsmusik/dansbandsmusik bleiv vanligt umleið 1970.
  • Disco - dansitónleikur við uppruna úr 1970-árunum, mentist úr funktónleikinum.
  • Dance - fyri tað mesta elektroniskur dansitónleikur, ið hevur sín uppruna í 1980- og 1990-árunum, ið kann býtast sundur í ótetljandi undirbólkar.
  • Fólkatónleikur - brúkstónleikur hjá "fólkinum". Eisini hátíðartónleikur til brúdleyp, stevnur vm.
  • Latínamerikanskur dansur er eitt víttfevnandi hugtak, ið fevnir um eitt nú Salsa og Reggaetónleik.
  • Industrial , serliga undirbólkarnir Body og Electroindustri, er harður rytmiskur tóldrivin tónleikur.
  • Valstónleikur