Dania O. Tausen
Dania O. Tausen (fødd 18. august 1998) er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum.
Ein sangarinna, sangskrivari og rithøvundur, sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Sum barn og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni. Í 2018 gjørdi hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ella Fitzgerald, og byrjaði at útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa Ritlist á Setrinum. Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O. Tausen, jazztrioini SWAY (við Marionnu Winther Nagata og Katrinu Olsen) og punkbólkinum Æðrasoppar (við Eyðfinni Bogason Lamhauge og Trygva Danielsen), eins væl og syngur kór hjá ymiskum bólkum á føroyska tónleikapallinum. Til dagligt arbeiðir Dania í plátufelagnum Tutl (síðan 2018) og er nevndarlimur í Havnar Jazzfelag. Hon er aktivur fyriskipari av konsertum, yrkingaupplestrum og festivalunum Vetrarjazz og G!. Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út. Savnið og filmurin vóru kontroversiell á tann hátt, at tey útleveraðu Daniu og hennara privatlív, fyri at vísa á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi. Dokumentarurin varð leikstjórnaður av Cecilie Debell (1987) og Mariu Tórgarð (1997).
Skúlagongd:
[rætta | rætta wikitekst]- Tofta Skúli (2005 - 2014)
- Mariager Efterskole (2014 - 2015)
- Miðnám á Kambsdali (2015 - 2018)
- Bachelor í listaligum arbeiði / Ritlist (2019-2021)
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- Symphony of Storms - Reality Bytes (LP - Tutl, 2019) (í uppskoti til ársins plátu, nýggja navn)[1]
- æðrasoppar (Talgild heildarútgáva - Tutl, 2020) (í uppskoti til ársins nýggja navn)
- Skál (Prosayrkingasavn - Sprotin, 2020)[2]
- Skál (Dokumentarfilmur - Made in Copenhagen, 2021) Virðislønir: Gold Hugo á Chicago International Film festival, New Nordic Voices á Nordisk Panorama, Áskoðaravirðisløn á CPH:DOX[3]
- gonguteigatúnatos - Dania O. Tausen (LP - Tutl, 2021) Virðislønir: Ársins videolag og húsi (í uppskoti til ársins plátu, nýggja navn, sangara)[4]
- Skål (Prosayrkingasavnið á donskum - Sprotin, 2020)[5]
Útgávur ávegis:
- JA / NEI - Dania O. Tausen (LP - Tutl, 2023)
- døgurðaslang / MIÐNÁTTARSANG - æðrasoppar (Talgild heildarútgáva - Tutl, 2023) ("ballast millum maðkar" í uppskoti til ársins lag 2022)
- Tórshavnar Big Band (Talgild heildarútgáva - Tutl, 2023) (við "Tornarunnir tankar" og "Buksurnar á" eftir Daniu O. Tausen)
Annað, ið Dania O. Tausen virkar á:
- Antologi I (Yrkingasavn - Eksil, 2020)[6]
- Eplaástøðið endurskoðað (Yrkingasavn - Nordatlantens Brygge, 2021)[7]
- ORD (Encyklopædi - Politikens forlag, 2022)[8]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: daniaotausen.com
- Dania O. Tausen, composers.fo
- Dania O. Tausen Archived 2023-03-21 at the Wayback Machine, farlit.fo
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Symphony of Storms, tutlrecords.com
- ↑ Skál, sprotin.fo
- ↑ Skál, madeincopenhagen.dk
- ↑ gonguteigatúnatos, tutlrecords.com
- ↑ Skål, sprotin.fo
- ↑ Ritlist - Antologi I, farlit.fo
- ↑ Eplaástøðið endurskoðað, nordatlantens.dk
- ↑ ORD, politikensforlag.dk