Cunningsburgh

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aithsetter, við oynni Mousa í baksýni

Cunningsburgh, (norrønt Konungsborg), er ein grend (grannalag) og gomul kirkjusókn í syðra partinum av Mainlandi í Hetlandi. Grendin liggur við strondina á eystursíðuni, níggju míl sunnan fyri Lerwick, uml. hálva leið haðani og til Sumburgh Head. Kirkjusóknin er nú løgd saman við Dunrossness og Sandwick. Hon liggur við høvuðsvegin A970.

Tryggasta havnin á Suður Mainland er í Aithsvoe, har ein marina varð gjørd í 2004.

Millum bygdirnar í sóknini er Aithsetter

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið