Jump to content

Christen Pram Gad

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Christen Pram Gad

Christen Pram Gad (stundum skrivaður Christian Pram Gad) (22. juli 1801 í á Bornholm1. mai 1877 í Stouby, Vejle Amt), var ein danskur prestur, sonur sóknarprestin Elieser Gad og Søster Christiane Bruun Stenersen, bróður Peter Christian Stenersen Gad.

Christen P. Gad nam guðfrøðiligt embætisprógv (cand.theol.) í 1822 og gjørdist sóknarprestur í Havn í 1824. Í 1833 gjørdist hann sóknarprestur í Rudkøbing og Skrøbelev, og samstundis próstur fyri Langeland. Í 1839 gjørdist hann 2 prestur við Roskilde Domkirke, í 1846 sóknarprestur við Helligaandskirken í Keypmannahavn og í 1856 sóknarprestur í Stouby og Hornum við Vejle, til hann andaðist.

Christen P. Gad giftist í 1824 við Marie Elisabeth Olsen (1798-1877) úr Havn, hon var dóttir Sorinskrivarin Laurids Olsen. Hon doyði knapt ein mánaða áðrenn mannin í 1877. Dóttir teirra Elisabeth Christiane Augusta Gad (1829-1908) var gott 3 ára gomul, tá tey fluttu til Danmarkar í 1833. Hon giftist 10 august 1855 í Helligaandskirken í Keypmannahavn við V.U. Hammershaimb og fluttu tey til Føroya beint eftir hetta, har V.U. Hammershaimb hevði fingið prestaembæti í Kvívík.