Cecilia
Jump to navigation
Jump to search

Sankta Cecilia málað av Raphael.
Cecilia, ella Sankta Cecilia (latínskt Sancta Caecilia), deyð umleið ár 225. Rómversk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin.
Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valerianus, men sjálva brúðarnáttina umvendi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínsluváttur. Rómverskt ættarnavn, ið merkir tann blinda.
Móðir Sigmund Brestisson, ið helst var keltisk kristin, æt Cecilia eftir hesi kvinnu. [1]