Carl Theodor Zahle

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Carl Theodor Zahle (f. 19. januar 1866 í Roskilde, d. 3. februar 1946 i Keypmannahavn) var danskur løgfrøðingur og politikari. Hann var forsætisráðharri tíðarskeiðini 1909-10 og 1913-1920. Í 1890 arbeiddi hann sum ritstjóri á Aarhus Amtstidende og Politiken. Í 1895 fór han upp í politikk. Sama ár var hann við til at stovna Venstrereformpartiet, og í 1905 var hann ein av stovnarunum av Radikale Venstre.