Byrta (tónleikaútgáva)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Byrta er fyrsta tónleikaútgávan hjá føroyska tónleikabólkinum Byrta, tá eru stakløg ikki tald við. Fløgan kom út 24. mai 2013 hjá plátufelagnum Tutl.[1] Útgávan varð kosin at vera tann besta av øllum føroyskum tónleikaútgávum í 2013 í útvarpssendingini Brunsj hjá Kringvarpinum. Tað vóru tríggir tónleikaummælarar, ið øll valdi Byrta sum nummar eitt. Tey góvu stig til fimm tónleikaútgávur hvør.

Sangir á fløguni[rætta | rætta wikitekst]

  1. Eydnan 3:59
  2. Andvekur 4:25
  3. BYRTA 3:58
  4. Loyndarmál 3:34
  5. Tín doyvandi tøgn 4:36
  6. Norðlýsið 4:14
  7. Vit falla 3:13
  8. Hjartasorg 4:30
  9. Næstan 0:30
  10. Frosin 4:02

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Last.fm, Byrta