Brandur Hendriksson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Brandur Olsen)
Far til: navigatión, leita
Brandur Hendriksson
Brandur Hendriksson Olsen in 2015.JPG
Brandur Hendriksson Olsen í 2015
Persónlig kunning
Føðingardagur (1995-12-19) 19. desember 1995 (aldur 22)
Føðistaður Føroyar
Pláss Miðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Randers FC
Nummar 8
Ungdómsyrkisleið
2010 B71
2013-2014 F.C. København
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
Ár Felag Dystir (Mál)
2014- F.C. København 8 (2)
2016 Vendsyssel FF (lán) 11 (0)
2016- Randers FC 0 (0)
Landslið
2010-11 U17 Føroyar 10 (0)
2010-2013 U19 Føroyar 6 (0)
2013- U21 Føroyar 4 (0)
2014- Føroyar 11 (2)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 17. juli 2016.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 7. september 2016

Brandur Hendriksson Olsen (føddur 19. desember 1995, vaks upp í Skálavík) er en føroyskur fótbóltsleikari, ið spælir við Randers FC. Hann spælir eisini við Føroyska fótbóltsmanslandsliðið og fyri ungdómslandslið hjá Føroyum.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur í feløgum[rætta | rætta wikitekst]

Hann spældi við B71 til hann 15-ára gamal flutti til Danmarkar at spæla fótbólt.[1] Hann hevur spælt sum ungdómsleikari fyri F.C. København og hevur spælt við U-19 liðnum hjá felagnum. Í september 2014 fekk hann professionella sáttmála við og gjørdist partur av hópinum til besta liðið, sum í 2014 spældi í Superliguni. Sáttmálin varir til summarið 2017.

Brandur spældi sín fyrsta dyst fyri superliga-liðið hjá FCK hin 30. oktober 2014 í einum dysti í steypakappingini 2014-15 móti FC Roskilde, har hann varð skiftur inn eftir 35 minuttum. Hin 14. mai 2015 spældi hann DBU finaluna við FC København móti FC Vestsjælland. Støðan var 2-1 til FCK, tá ið Brandur varð skiftur inn, men síðan javnaði FC Vestsjælland og tað bleiv longd spælitíð, har ið Brandur skoraði til 3-2, sum gjørdist endaliga úrslitið og FC København gjørdist harvið danskur steypavinnari.[2] Eftir at Brandur ikki fekk so nógva leiktíð í seinnu hálvu av 2015 hjá FC København, bleiv hann útlántur til Vendsyssel FF í Norðurjútlandi, har 3 aðrir føroyingar spældu við frammanundan.

Í juli 2016 gjørdi hann 3 ára sáttmála við danska Superliga felagið Randers FC.

Landsliðsfótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

Brandur spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar hin 11. oktober 2014 móti Norðurírlandi á útivølli, har hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Norðurírland vann dystin 3-0.[3] Tríggjar dagar seinni spældi Føroyar á Tórsvølli móti Ungarn, Brandur var við frá byrjan og spældi allan dystin. Føroyar hevði bóltin meir enn helmingin av tíðini, men tapti tepurt 0-1. Áðrenn tað hevði Brandur spælt fleiri dystir fyri U-17, U19 og U21 liðunum hjá Føroyum.

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.[4]
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1. 13. juni 2015 Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar  Grikkaland
2–0
2–1
UEFA Euro 2016 qualification
2. 28. mars 2016 Estadio Municipal de Marbella, Marbella, Spania  Liktinstein
1–0
3–2
Vinardystur

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Felag[rætta | rætta wikitekst]

FC København

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. sandportal.fo - Brandur H. Olsen gjørt nýggjan sáttmála við FCK
  2. bold.dk - Brandur Olsen sikrede FCK-triumf i pokalen
  3. UEFA.com
  4. "NFT Profile". www.national-football-teams.coml. http://www.national-football-teams.com/player/57438/Brandur_Olsen.html. Heintað 13 June 2015.