Brúkarakjak:Jogvanj

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Vælkomin[rætta wikitekst]

Hey Jógvan J.

Vælkomin til tí føroysku wikipedia. Eg síggji at tú hevur gjørt ymsar rættingar, tað er gott. Havi líka nakrar viðmerkingar, á forsíðuni rættaði tú til Endamálið er at gera eina fullfíggjaða alfrøði ella við opnum innihaldi á øllum heimsins málum. Hetta havi eg rætta til tað sum tað var Endamálið er at gera eina fullfíggjaða alfrøði við opnum innihaldi á øllum heimsins málum tí at wikipedia alfrøðin skal verða við opnum innihaldi (onki sum hevur copyright má leggjast her). Haldi ikki at IKKI LIÐUGT ENN! skal standa í [[Hjálp::Innihald]] ella nakrari aðrari grein á wikipedia. Viðvíkjandi umboðsstjóra so er tað bert øll kervsboð sum vanligir brúkari ikki kunna rætta, hevur tú eina rætting her kanst tú skriva hana á kjak síðuna fyri tað boði tú vilt rætta. Vísur tað seg at tú hevur nógvar rættingar her kanst tú nokk blíva umboðsstjórið. vinarliga heilsan Quackor 19. apr 2005 kl. 21:21 (UTC)

Ok, kul. ----

Uppskot til broytingar á Øllum boðum.[rætta wikitekst]

Eg havi skriva tær rættingar inn sum tú kom við uttan hesa: sitesupport::Stuðul, her havi eg strika hetta evni í navigatión. Tað sær út sum tú hevur nógv uppá hjarta so eg vil hervið geva tær +sysop. vinarliga Quackor 20. apr 2005 kl. 19:33 (UTC)

Takk fyri tað, eg skal royna at verð til nyttu heldur enn til ampa.--Jogvanj 20. apr 2005 kl. 19:38 (UTC)

link / link to[rætta wikitekst]

Hvat heldur tú um orði link hvussi skal tað umsetast. Í tí ensku alfrøðini verður link brúkt bæði í What links her og External links. Tað sær út sum at tað verða "brúkt" tvey orð á føroyskum slóð og teingja (hetta havi eg tó ikki sæ nakra stanið, men tað er tað sum Føroyska málnevndin sigur skal brúkast í link to samanhengi). Um vit skuldu fylt hesum so skuldu vit nokk broytt Útvortis avísingar til Útvortis slóðir meðan Hvat teingist higar kan verða sum tað er. Hvat er tín meining? vinarliga Quackor 21. apr 2005 kl. 09:03 (UTC)

Eg haldi orðið slóð verða snøggari, tí so samsvara navnorð og sagnorð. Á enskum merkir link bæði at teingja og eitt leinki, men við hasum føroysku orðunum eru tey tvey ymisk orð. At slóða og ein slóð samsvara og geva fína meining. Ein slóð er ein gøta, sum man kann ganga eftir frá einum staði til ein annan. At slóða er at gera eina slíka gøtu. At brúkt orðið slóð í staðin fyri leinki, bara fyri at fáa færri orð, hevði verið gott. Mær dámar ikki øll orðini, sum Føroyska Málnevndin hevur sett upp. --Jogvanj 21. apr 2005 kl. 11:24 (UTC)
Hvat so við Hvat teingist higar, burdi tað so verði Hvørjar slóðir koma higar? Tað ljóðar eitt sindur undarligt, men tað ger teingist sum so eisini. - Quackor 21. apr 2005 kl. 11:44 (UTC)
Hvat slóðar higar? Hetta haldi eg ljóðar gott, haldi eg. Og minst til spurnarteknið. Tað er ein spurningur, og tá tú trýstur á spurningin, fært tú svarið. --Jogvanj 21. apr 2005 kl. 11:47 (UTC)
Tað verður ikki brúkt spurnartekin á ensku útgávuni What links here. Quackor 21. apr 2005 kl. 12:07 (UTC)
--Jogvanj 21. apr 2005 kl. 12:13 (UTC)OK, so eri tað kanska bara eg, sum eri krevjandi.:)

redirect[rætta wikitekst]

Tað er ikki neyðugt at flyta eina síðu tvær ferðu fyri at gera ein redirect, tú kanst eisini skriva #redirect [[Forsíða]]. vh. Quackor 22. apr 2005 kl. 09:08 (UTC)

Forsíða[rætta wikitekst]

Eg havi innset tað uppseting av forsíðu frá tínari síðu við nøkrum broytingum + at tað eru nakrar viðmerkingar á kjaksíðuni um forsíðina. Quackor 22. apr 2005 kl. 09:54 (UTC)

65 ára flaggdagur[rætta wikitekst]

Burdi tað ikki eisini staði at tað nú eru 86 ár síðan (1919) at flaggi var gjørt. Quackor 22. apr 2005 kl. 09:54 (UTC)

Mánaðargrein fyri mai 2005[rætta wikitekst]

Hey Jógvan, hevur tú naka uppskot til eina mánaðargrein fyri mai mána 2005, skriva so eitt innlegg á kjaksíðuna fyri mánaðargrein. vh. Quackor 30. apr 2005 kl. 08:49 (UTC)

varð[rætta wikitekst]

Har er ein á Forsíða_kjak sum sigur at var ikki hevur ð, eg havi ikki heilt skil fyri tí. Helvtin av var á øll kervsboð hevur ð. Quackor 5. mai 2005 kl. 21:35 (UTC)

Týðingar[rætta wikitekst]

Hey Jógvan, eg havi nakarar týðingar sum tú møguliga kundi hugt uppá á míni síðu. Tá hetta er gjørt so er næstan allur tekstur týddur sum man hevur atgond til tá man ikki er ritavur inn (minus nakrar síður undir Serligar síður). uackor 24. okt 2005 kl. 20:51 (UTC)

Wikipedia:Babel
Hesin brúkarin hevur føroyskt sum móðurmál.
rætta
-4
Hesin brúkarin dugir føroyskt eins og ein innføddur.
rætta
-3
Hesin brúkarin dugir sera væl føroyskt.
rætta
-2
Hesin brúkarin hevur hampuligan kunnleika til føroyskt mál.
rætta
-1
Hesin brúkarin hevur grundleggjandi kunnleika til føroyskt.
rætta
-0
Hesin brúkarin skilur ikki føroyskt.
rætta
Nú havi eg nakrar fleiri týðingar sum tað hevði verði gott at tú hugdi uppá. Tað er eitt minni feature sum tær flestu wikipedia'ni hava sum eitur Babel, tað ger so at brúkarir kunnu siga á teirra forsíðu hvat fyri mál teir tosa, hetta er mest relevant fyri brúkarar sum ikki tosa føroyskt sum móðurmál. Tað sum skal týðast eru hasir seks kassarnir til høgru, eg havi set eina rætta slóð inn so fyrimyndurnar lætt kunnu finnast, sum tú sært so er fo-4 og fo-3 slet ikki týtt. Sig frá um tú tímur at hyggja uppá hetta. h. uackor 6. nov 2005 kl. 16:32 (UTC)

Keldur[rætta wikitekst]

Hey Jógvan, ert tú enn aktivur á Wikipedia? Um so so havi eg tvær uppgávur til tín, tann eina er uppgivið beint omanfyri, og hin er at hyggja uppá Wikipedia:Keldur og rætta møguligar stavu villir. Dømi um ein T-Post tekst við umbøn um lov til avritan í Wikipedia:Keldur er kanna fyri stavu villir kunnu vit senda t-post til ymsar føroyskar síður og spyrja um tær hava hug at deila naka av tí tilfærið ið tær hava, so sum logting.fo (myndir av politikarum), rit.fo (myndir av rithøvindum), art.fo (myndir av listafólki + myndir av teirra list) o.s.fr. Heilsan uackor 30. nov 2005 kl. 20:40 (UTC)

Sambandsmenn[rætta wikitekst]

Hey Jógvan, hvar hevur tú funni myndina Mynd:Sambandsmenn.JPG, ætlaði at vita um eg kundi finna fram til nøvnini á myndini. uackor 29. jan 2006 kl. 08:53 (UTC)

Oyggjaleikir[rætta wikitekst]

Um tað er copyright á myndir so ber ikki til at leggja tær á wikipedia uttan so at man hevur fyngi loyvi frá tí sum hevur copyright til myndina, t.d. Mynd:Oyggjaleikir2005.png‎. uackor 23. jun 2006 kl. 08:54 (UTC)

Oyggjaleikirnir hava síðan teir byrjaðu at brúka internetið í 1997 góðtikið, at búmerkið fyri einstøku oyggjaleikahøldini og sjálvt Oyggjaleikasambandið verða brúkt t.d. í sambandi við slóðir til heimasíðurnar og í sambandi við skriving um Oyggjaleikirnar. Tað er siðvenja, at lokalar heimasíður hjá vertslandinum og aðrar heimasíður við áhuga fyri Oyggjaleikunum brúka hesi búmerkini. Tað hava Oyggjaleikasambandið og einstøku fyriskipararnir góðkent, og soleiðis hava teir eisini góðkent, at tey verða brúkt í hesum sambandinum. Eg garanteri, at alt er í lagi. Eg vil enn tá fara so langt sum at siga, at Oyggjaleikasambandið og allar tær lokalu oyggaleikanevndirnar eru alfegin um, at fokus verður sett á Oyggjaleikirnar. --Jogvanj 24. jun 2006 kl. 14:23 (UTC)
Ok, tað er fínt, men tað er best um man skrivar hvat loyvi er tá man leggur fíluna upp, copyright er ikki nokk, síðan tað normalt merkjur at vit ikki kunna nýta myndina á wikipedia. uackor 25. jun 2006 kl. 10:35 (UTC)
Nú havi eg skrivað til Altjóða Oyggjaleikasambandið. Skivarin svaraði mær aftur, at tað skuldi leggjast fyri nevndina. Men eg veit ikki hvussu ofta ið tann nevndin hittist, tí hon hevur umboð úr nógvum ymiskum londum. --Jogvanj 26. jun 2006 kl. 12:52 (UTC)

Fair use[rætta wikitekst]

Hej aftur :-), eg eri ikki vísur í at man kan vísa á amerikanska lóg um fair use (Fyrimynd:Búmerki), tá man leggur eina mynd á føroysku wikipediuna. Sí t.d. kjak um hetta á donsku wikipediuni Billede_FairUse. uackor 27. jun 2006 kl. 14:27 (UTC)

Helst hevur tú rætt. Eg broytti tað til eina strangari orðing. Men hatta er tað, sum kann henda, tá ið mann týðir millum mál. Tað ber ikki til at hugsa um alt í senn. Annars haldi eg eisini at tað er løgið at sipa so nógv til amerikansa lóg í ensku Wikipedia. Enskt verður talað um allan heimin.--Jogvanj 3. jul 2006 kl. 00:30 (

Stovna[rætta wikitekst]

Hei, Jógvan! Eg eru Eystein Eggen, rithøvundur og professori (State Scholar) i Noreg. Eg freista å rita ein stubb om avlidne værfar min, namnebror din, han Jógvan a Fløtt (Skáli ætti frå Gøtu), som var britisk fallskjermjegar i andre verdskrigen og seinat kapteynur i herur. Eg er gift med dotter hans, fagerkona. Men så stovnade eg fram på kontu, og blipp! stovnade upp heile 6 kontur. Kva gjer eg no? Vyrdsamt Eystein Eggen

Til/to sysop's[rætta wikitekst]

Føroyar So er Forsíðan blivin dagførd, sniði hevur stóran íblástur frá íslendsku forsíðuni, men hendingar fyri dagin og dagsins mynd er skori burtur tá tað vildi kraft rættiliga nógv viðlíkahald. Skrivi endiliga viðmerking á kjak síðuna á forsíðuni, ella til mína kjaksíðu. Vóni at tit dáma nýggja sniði. vh. uackor 23. aug 2007 kl. 09:18 (UTC)

USA The Main Page design has finally been updated, the design is inspired by the Icelandic Main Page, but On this day... and Today's featured picture have been removed as this would require quite a lot of maintenance. Please write comments on either the discussion page on the Main Page or my discussion page. I hope that you like the new design. br. uackor 23. aug 2007 kl. 09:18 (UTC)

Your admin status[rætta wikitekst]

Hello. I'm a steward. A new policy regarding the removal of "advanced rights" (administrator, bureaucrat, etc.) was adopted by community consensus recently. According to this policy, the stewards are reviewing administrators' activity on wikis with no inactivity policy.

You meet the inactivity criteria (no edits and no log actions for 2 years) on fowiki, where you are an administrator. Since fowiki does not have its own administrators' rights review process, the global one applies.

If you want to keep your rights, you should inform the community of the wiki about the fact that the stewards have sent you this information about your inactivity. If the community has a discussion about it and then wants you to keep your rights, please contact the stewards at m:Stewards' noticeboard, and link to the discussion of the local community, where they express their wish to continue to maintain the rights, and demonstrate a continued requirement to maintain these rights.

We stewards will evaluate the responses. If there is no response at all after approximately one month, we will proceed to remove your administrative rights. In cases of doubt, we will evaluate the responses and will refer a decision back to the local community for their comment and review. If you have any questions, please contact us on m:Stewards' noticeboard.

Best regards, Rschen7754 5. apr 2014 kl. 00:18 (UTC)

Longdarmát[rætta wikitekst]

Hey Jógvan, eg síggi, at tú hevur skrivað ta fínu greinina Longdarmát. Vanliga var ein fjórðingur sum longdarmát ein fjórðingur av eini gamlari danskari míl (1883 m), og í dag verður heitið vanliga brúkt um nautisku mílina, sum er 1852 m og næstan tað sama sum gamli fjórðingurin. Hevur tú nakra keldu, sum sigur at ein fjórðingur er 463 m ella 1/4 av eini nautiskari míl? Benadikt (kjak) 14. jun 2015 kl. 10:09 (UTC)