Boulder

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Boulder
Gøta í Boulder

Boulder er ein býur í amerikanska stakríkinum Colorado. Hann hevði meiri enn 107.000 íbúgvar í 2018.[1]

Býurin liggur við fótin av Klettafjøllum, umleið 40 kilometrar í ein útnyrðing av Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado.

Boulder er universitetsbýur. Lærdi háskúlin University of Colorado Boulder varð stovnaður í 1876 og er í dag tað størsta universitetið í Colorado. Her eru umleið 17.000 lesandi.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

  • Boulder á kortinum: osm
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

USA Flag Map.svg Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana